top of page
Teacher Helping a Student

Skeið og undirvísing

VIT TEKNA veitir undirvísing í teknmáli, tekn til talu og øðrum tænastum í hesum sambandi.

Vit eru fúsar at veita frálæru á tykkara stovni, arbeiðsplássi, heima hjá tykkum, ella vit útvega høli. Okkara tænasta verður veitt kring allar Føroyar.

Skeið og undirvísing: About

Vit bjóða

Skeið í teknmáli

Talan er bæði um skeið á byrjanarstøði, og víðkað skeið*

Skeið í tekn til talu

Talan er bæði um skeið á byrjanarstøði, og víðkað skeið*

Skeið í MHS

Munn-hond-skipan

Ráðgeving og fyrilestrar

Um visuelt samskifti og tørvin á visuellum samanspæli

Tiltøk, starvsfólkadagar o.t.

Ynskja tit at læra um visuelt samskifti, luttaka vit fegin. Vit kunnu kanska læra tykkum ein sang við teknum, ella undirvísa í teknum innan ávíst evni ella líknandi.

*) Umframt hetta skraddaraseyma vit skeið eftir tykkara tørvi og í samráð við tykkum. Hava tit tørv á serligum skeiði, veita vit eisini tað

Skeið og undirvísing: List
bottom of page