top of page
hero.png

Vit tekna og byggja brýr millum deyv og hoyrandi

Home: Welcome

Vælkomin

Vit eru Eyðgunn og Edny og vit eru útbúnir teknmálstulkar og lærarar/undirvísarar við nógvum ára royndum. Okkara mál er, at tú og eg, óansæð hoyrn, kunnu luttaka og fáa alt við í gerandisdegnum.

Vit trúgva nevniliga upp á, at øll eiga sama sjálvsagda rætt til samskifti, kunning og upplivingar í gerandisdegnum - eitt nú tað, sum verður sagt á fundum, til próvtøkur, í skúlastovuni, hjá læknanum, í rættinum, á almennum tiltøkum, í sjónvarpinum og nógva aðra staðni.

So um tú hevur okkurt upp á hjarta, sum tú ynskir at øll skulu fáa við, ert tú komin á rætta stað.

Home: Welcome
Tidindaskriv tulkad
Play Video
Home: Latest Videos

Tulking

Skeið og undirvísing

Home: Features

Alt kann tulkast

Brúk er fyri teknmálstulking allastaðni, har deyv og hoyrandi koma saman og har fyriskiparin ynskir at tiltakið skal vera atkomuligt fyri øll. Niðanfyri eru nøkur dømi um uppgávur, har ið hugsað eigur at vera um teknmálstulking

Skúli og útbúgving

Undirvísing á miðnámsskúla og hægri útbúgvning, skeið o.a.

Arbeiðspláss

Alt viðkomandi samskifti á arbeiðsplássinum, eitt nú setanarsamrøður, kunning, upplæring og skeið, starvsfólkafundir og tiltøk.

Heilsuverk og lækni

Læknaviðtalur, viðgerð, innleggjan, stovugongd, ljósmóðir o.a.

Frítíð

Undirvísing á kvøldskúla, tiltøk í áhugafeløgum, bindiklubbi, ítrótt, hátíðarhald, veitsluborðhald o.a.

Trúðarlív

Gudstænastur og møtir, dópur, ferming, vígslur, jarðarferðir o.a.

Gerandislív

Foreldrafundir, viðtalur í skúla og dagstovni, samband við myndugleikar, bankaviðtalur, húsakeyp og -søla o.a.

Alment

Almenn tiltøk, mentanarlig tiltøk, fyrilestrar, ráðstevnur, politiskir fundir, løgregla og rættur o.a.

Fjølmiðlar

Tíðindi, valsendingar, tíðindafundir, mentanarsendingar og aðrar føroyskar sendingar

Heimasíður og kunningartilfar

Atkoma til almennar heimasíður hjá landsmynduleikum, kommunum og privatum

Ert tú fyriskipari av onkrum av omanfyri standandi og ynskir at tryggja øllum atkomu til tínar tænastur?

Home: List

Tulkatænastur

Vit bjóða ymiskar tulkingarhættir fyri at geva hoyrandi og deyvum bestu møguleikar at samskifta.
Allar tulkingar eru í trúnaði.

6.png

Teknmálstulking

tá tulkað verður beinleiðis úr teknmáli til talað mál og frá talaðum máli til teknmál.

Teknstuðlað samskifti

tá tulkurin leggur seg tætt at setningsbygnaðinum í talaða málinum og hevur týðiligar munnrørslur.

8.png
10.png

Fjartulking

tá tulking fer fram gjøgnum skíggja, - teldu, teldil ella telefon.

Tekst til teknmál/teknmál til tekst

umsett verður frá teksti til teknmál og frá teknmáli til tekst.

7.png
taktil.png

Taktiltulking

Tá ið tulkað verður millum deyvblind og umheimin

Hevur tú brúk fyri tulking? Send okkum ein fyrispurning!

Home: Services

Vit báðar

3.png

Edny Poulsen

  • Fólkaskúlalærari, Føroya Læraraskúli 1985

  • ​Teknmálstulkur, KC & Handelshøjskolen København 1994

    • Psykiatri & Minimaltulking, UCC Professionshøjskolen København 2013

    • Rættstulkur, UCC Profesionshøjskolen København 2018

  • Ritstjóri og mennari av føroysku netbornu teknmálsorðabókini SignWiki Føroyar 2013

Edny hevur 37 ára royndir sum undirvísari innan serøkið. Hon hevur drúgvar royndir sum deyvalærari, serráðgevi, undirvísing í tekn til talu, teknstuðlaðum samskifti og teknmáli innan skúla, kvøldskúla, sum skeiðsvirksemi fyri avvarandi og fakfólkum, umframt stigvísa teknmálsfrálæru í modulum.

Umframt undirvísingarøkið, hevur hon 28 ára royndir sum teknmálstulkur, og hevur tulkað breitt innan flestu hugsandi samfelagsviðurskifti bæði heilsuverk, undirvísingarøkið, ráðstevnur, tíðindaflutning, átrúnað og alt handa slag av tulking.

2.png

Eyðgunn Hansen

  • Folkaskúlalærari, Føroya Læraraskúli 1999

  • Teknmálstulkur, KC, Center for Tegnsprog og Tegnstøttet Kommunikation 2007

    • Rættstulkur, UCC Profesionshøjskolen København 2018

    • Kirkjutulking, FTT Foreningen for tegnsprogstolke, København 2019

  • Ritstjóri og mennari av føroysku netbornu teknmálsorðabókini SignWiki Føroyar 2013

Eyðgunn hevur 20 ára royndir sum undirvísari. Hon hevur drúgvar royndir við at arbeiða innan teknmál, teknstuðlaðum samskifti og tekn til talu, bæði í sambandi við undirvising/skeiðvirksemi og teknmáls orðabókagerð.

Umframt undirvísingarøkið, hevur hon 15 ára royndir sum teknmálstulkur, og hevur tulkað breitt innan flestu hugsandi samfelagsviðurskifti bæði heilsuverk, undirvísingarøkið, ráðstevnur, tíðindaflutning, átrúnað og alt handa slag av tulking.​

Home: Team Members

Samband

Telefon: 213479 Eyðgunn / 218364 Edny

Thanks for submitting!

Home: Contact
bottom of page